Blás nú í lúður og boðini ber

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: J.E. Strout
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur okkurt um 1963.

Blás nú í lúður og boðini ber:
Frelsarin aftur brátt er!
Gleð teg, o sál, tí í vónini her:
Frelsarin aftur brátt er!
Eygað skjótt sær frelsaran kær´;
Jesus skjótt aftur er her!

Vaktari Sions, ber boð vítt um verð:
Frelsarin aftur brátt er!
Sí, skjótt hann kemur í dýrd síni her,
frelsarin aftur brátt er!

Rópa um havið og víða um lond:
Frelsarin aftur brátt er!
Ber henda boðskap til fjarastu strond:
Frelsarin aftur brátt er!

Skjálvti og stormur nú sanna tey orð:
Frelsarin aftur brátt er!
Valdsgerðir, pínslur nú herja um jørð;
frelsarin aftur brátt er!