Her blásti ein stormur um fjallatind

Orð: Jacob Hansen
Lag: Regin Dahl

1. Her blásti ein stormur um fjallatind;
hann tusti í hvørjari rivu.
Tá skalvur var stongsil á hvørjari grind,
og rímtussar vápn síni trivu;
teir brynjaðu hvønn bjargavegg
og hongdu í fossar sítt avgamla skegg.

2. Slíkt nítur at hvørjari mannasál,
so ótti úr nervunum sprettur.
Tí tørvast eitt dirvi so sterkt sum stál
og harður ein vilju sum lettur,
um vinnast skal lítið ella nógv
í glerstoyttum líðum, um óslættan sjógv.

3. Tit Føroya garpar, tit Føroya menn,
tit eru til verju her settir,
men ov lítið hava tit vunnið enn,
ein meginpartur er eftir;
enn tørvast brøgd, áðrenn verður ov seint,
at seta várt lands merki frítt og reint.

4. Men tá tagna stormar um fjallatind,
og tá tiðnar ísur í skorum,
tá sameintir ganga um hallargrind
tit trúgvir í virki og orðum.
Av heilum huga og reinari sál
tit vinna til heiðurs várt móðurmál.

FavoriteLoadingGoym tekstin