Blikalogn

Orð og lag: Martin Joensen

tað er blikalogn, hav kínir strond
blikalogn – ikki ein ond
um eina løtu seti eg føtur á fast

aftur blikalogn, ódnin er av
blikalogn, tú tók og tú gav
heimafturvunnin – ivaðist hvar, ið eg var

eg havi staðið á eggini, hugt útav,
og hoyrt náttina rópa mítt navn
eg havi siglt saman við tær um tyngsta hav
leitað eftir akkershavn

nú er blikalogn, vágin er kyrr
blikalogn, sálin er kvirr
aftur á sløttum, tú heldur leiðina fram

FavoriteLoadingGoym tekstin