Blóðið várt evni er í dag

Orð: Victor Danielsen
Lag: John R. Sweney

1. Blóðið várt evni er í dag,
sálirnar eina reinsar tað,
atgongd til Gud er bert í tí,
blóðinum bert er friður í.

Niðurlag: Syng, syngið um blóðið,
syng, syngið um blóðið,
blóðið, sum sálir reinar ger,
blóðið, sum eina frelsa er!

2. Ei Harrans stóru undurverk
spreingja tey syndabond so sterk,
bert í hans deyða trænum á
syndarar kunnu frelsu fá.

3. Lukkulig er tann sál, ið fann
hvílu í blóðinum, sum rann!
Ei longur synd hon á sær ber,
rein hon í allar ævir er.

4. Trygt var at sita inni, har
sum blóðið smurt á dyrnar var;
trygt er hans orð at byggja á:
Eg, Harrin Gud, skal blóðið sjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin