Blóma fríð á fløtu

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Johann Abraham Peter Schulz

1. Blóma fríð á fløtu,
vón á mínum veg,
vaks enn eina løtu,
verð enn fagrari.
Kanska eg so henti
teg til mína gentu,
sum er fríð og fín.
Frø teg, blóma mín.

2. Gentan, blóman væna,
hevur lokkut hár,
um eg missi hana,
felli stríð eg tár.
Hvørvur hon úr sinni,
hvørvur vit og minni
fyri alla tíð,
fløtublóma fríð.

3. Kanska, blóm’ á fløtu,
sól á mínum veg,
eg um eina løtu
henti sjálva teg.
Kanska hon teg mynnir,
so ein kossur finnur
fram til bløðin’ tín
og, hvør veit – til mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin