Blúsmaður

Orð og lag: Terji Messell

Eg eri eingin hóbó
eigi onga módjó hond at halda monnum frá konuni hjá mær
tó eri eg ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

Havi bert verði
í krossgøtu í Havn
og mín gittar stemmar heilt vanligt
Eg eri ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

Eg eri krita hvítur
og lík bleikur
tað einasta eg havi pilka er síl
Eg eri ein blúsglaður Føroyskur blúsmaður

FavoriteLoadingGoym tekstin