Boð um handaverk hans rúmdin ber

Orð og lag: Ralph Carmichael
Týtt: Flóvin Tyril
Viðmerking: Týðing hjá Árna Jacobsen av sama sangi kann síggjast her.
Upprunaheiti: He’s everything to me

Boð um handaverk hans rúmdin ber,
tign hans kenst, tá ódn um landið fer,
dýrd hans stórbær fyllir víðu verð,
undurvert tað er.
Minnast má eg, at hann einaferð
Son sín gav sum offur niður her,
hann, sum syndatrælir fríar ger,
undurvert tað er.
Tá eg ásjón hans í trúnni sá,
stór hans miskunn var – eg undrast má,
tí eg sá, at hann var meir enn bert ein Gud,
sum fjarur var,
ið einki viðkom mær – men –
nú hann dag um dag mær er við lið,
styrki, vernd og troyst mín hvørt eitt stig,
hjálp so holl á vegnum smala við.
Hann alt, ja, alt mær er!

FavoriteLoadingGoym tekstin