Boðini berið um verøld glað

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Ókendur
Týtt úr fronskum til danskt: Poul Pedersen
Týtt til føroyskt: Petur Jacob Sigvardsen

Boðini berið um verøld glað,
tey, vit hoyrdu í Dávids stað:
Einkarbarn í fjósi borið,
– klætt í hold profetaorðið;
bjarging bar tað hvørji tjóð.
Syng tí tunga takkarljóð!