Boðskapin syng nú um Jesus

Orð og lag: Philip Phillips
Týtt: Jákup Olsen

1. Boðskapin syng nú um Jesus
so einfalt og greitt, sum tú kann.
Syng um tað blóð og ta náði,
sum frelsir hin falna mann.

Niðurlag: Syng, ja, syng henda boðskap,
teim burtvilstu sálum hann ber.
Tala við øll um ta náði,
sum frían hin trælbundna ger.

2. Boðskapin syng nú um Jesus,
ja, syng um hitt signaða blóð.
Syndanna byrði tá svinnur,
og sálin gerst rein sum snjó.

3. Boðskapin syng nú um Jesus,
tí onkran tú frelsa kanst tá.
Syng um ta náði, sum loysa
kann sálina dómi frá.