Boðskapur ljóðar um heimin

Orð: Sanna Apol
Lag: George Coles Stebbins

1. Boðskapur ljóðar um heimin,
ljóðar um semju og frið;
øll biður Jesus at koma,
sessast við hansara lið.

Niðurlag:
Friður er har,
sæla er har!
Har, tínum Gudi og Skapara nær,
Jesus, sum tær hevur bjargað
og teg út loyst, sært tú har.

2. Farið um gøtur og vøllir,
biðið inn lamin og blind,
fátæk og sjúk latið hoyra,
kvittað er øll teirra synd!

3. Fattast teim hátíðarbúna,
eingin skal firnast av tí;
klædningur liggur til reiðar
til hvønn at lata seg í.

4. Sál, hvørjum bíðar tú eftir?
Hví ikki koma í dag
til Jesus, kærasta vin tín,
sum gav sítt lív í tín stað!

5. Kom, meðan hurðin er opin!
Slíkt boð ei aftur tú fær;
kongur tín býður tær koma,
búgva í ævir hjá sær.

6. Alt fyri Jesus lat fara,
slitna lat eymastu bond!
Ognir og góðs er eitt lán bert,
sum tær gav hansara hond.

FavoriteLoadingGoym tekstin