Bókin

Orð: Steintór Rasmussen
Lag: Steintór Rasmussen og Ingi Isaksen

Eg ofta vitji abba har kenni eg hvønn krók
Í hansar lítlu stovu har er ein gomul bók
við myndum og søgum um gráar huldumenn
Um vætarbørn á jólum og trøll sum liva enn

Bókin rak ein vetrardag upp á fjørustrond
Perman var úr leðrið alt skrivað var við hond
Hon er full av gandi fólk mutlaðu í loynd
Í 100 ár varð bókin á kirkulofti goymd

Olduromma abba við prestinum varð gift
Hon lærdi seg at lesa bókstavir og skrift
Í arv gekk trøllabókin við risamyndum í
Og teim mongu søgum frá tí gomlu tíð

Her lesi eg um dreingin sum fór at rána egg
Hann vildi rinda møðina við ein hulduheygg
Har sat ein vøkur ungmoy gentan dugdi gand
Drongurin kom ikki heim men inn í álvaland

Um unglingin á trettanda sum legði seg á lúr
tá kópar komu upp á land og hamin fóru úr
Frá helluni til húsa ein genta elti hann
Bønaði um hamin og dreingin fekk til mann

Og tað sjúka barnið tey gráu hava makt
Eitt býtisbarn í vøgguna huldur høvdu lagt
Fjørutrøll á bakka og nykur er í tjørn
Og gívur handan fjallið sum eisini tekur børn

Abbi! Liva trøll og vætrar enn í dag
Eg havi ikki risa ei heldur dvørgar sæð
Og onga ljóta kelling sum bjóðar børnum bomm
Heldur tú at trøllabókin hon kann vera sonn

FavoriteLoadingGoym tekstin