Bøn er hin sterka sálartrá

Orð: James Montgomery
Lag: Joseph Barnby, Wilhelm A.F. Schulthes
Týtt: Victor Danielsen

1. Bøn er hin sterka sálartrá,
í orðum ella ei,
ein eldur, sum bert Harrin sá
úr trongdum brósti steig.

2. Bøn er eitt suff, í hjartað brent,
eitt róp, sum krevur svar,
eitt eyga vátt, mót Himli vent,
tá eina Gud er nær.

3. Bøn er eitt orð, so einfalt sagt,
sum barnamuður kann;
bøn – jarðarríkis størsta makt,
sum sjálvan Harran vann!

4. Bøn veitir Guds barns brósti mátt,
hans heimlands luft so rein,
hans loysnarorð á deyðans gátt –
við bøn inn um hann trein.

5. Bøn er tað boð, úr hjarta fer,
sum vandan hevur sæð;
tá gleði millum einglar er,
teir siga: Hygg hann bað!

6. Áh, tú, sum ert várt lív, vár leið,
vár vón, várt alt ert tú!
Tú bønarvegin sjálvur steig –
lær okkum biðja nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin