Bønarfólkið

Orð og lag: M.C. Restorff

Mong gomul og aldrandi fólk okkum signingar bera.
Gjøgnum eitt inniligt bønarlív tey sjálvi ein signing verða.
Minnist, eg vitjaði gamlan mann, sum lítlan førleika kendi;
hjartanemandi tóktist mær, at til Harran hann ofta sær vendi.

Aldrandi bønarfólk Guds á jørð,
tey ávøkstur bera øll somul.
Stinn rógva tey um sín fjørð
í bønini birg elligomul.

Gráa hárið krýna man, sum væl sømist,
tó teirra holla bønarkar – ongantíð tað tømist.
Fyri næstrinum stígur bøn og móti hvørjum vanda –
um alla foldina fevna tey í ídnum bønaranda.

Aldrandi bønarfólk Guds á jørð…

Havi tíðum undrast á, at Gud letur børn síni bíða,
tó teimum so tráliga leingist heim til sælu blíða.
Nú eg kenni loyndardóm um bøn, sum bøn man eita,
og tørvur er á bønunum – eg av sonnum veit tað.

Aldrandi bønarfólk Guds á jørð…

FavoriteLoadingGoym tekstin