Bóndin

Eg eri ein ordans bóndi, eg eigi neyt og seyð,
um vit skulu liva skulu vit hava okkurt upp á breyð.
Eg koyri í traktori, tað dámar mær so væl,
eg sproyti lort á bøin og syngi so mítt lag.

(Lalla la la la laaaaa)

Mær dámar væl at hoyggja og at mjólka neyt,
fáa tey onki at eta, so verður onki upp á breyð.
Eg eri ofta í haga og reki seyðin í rætt,
tí vit skulu fletta, ja tað er ikki lætt.

(Lalla la la la laaaaa)

Men nú eri eg farin á heysin – neytini eru deyð
hvussu kunnu vit liva, tá onki er upp á breyð?
Her er onki at gera – eg eri blivin “poor”.
Men eg leggi onki í tað – eg havi mín traktor.

(Lalla la la la laaaaa)

FavoriteLoadingGoym tekstin