Bønin er mín himmalstigi

Orð: Mikkjal á Ryggi

Bønin er mín himmalstigi,
lyftir meg frá hesi verð;
Faðir, tá eg til tín biði,
upp frá jørð mín andi fer,
leitar til tín ljósa sal;
vegin vísir orð títt væl.

«Biðið, og tit skulu fáa!»
Hetta orð títt styrki ber
teimum, sum móti himli tráa
troytt av hesi vándu verð.
Harrans bøn, várt Faðirvár,
grøða kann hvørt syndasár.

Ei má heimsins sorg oss tyngja,
faðir vár í himli býr;
orð hans ugga kann og yngja
hvørt Guðs barn, sum á hann trýr.
Hvør, sum himlavegin fann,
halgan frið og sælu vann.

Lat so heimsins børn oss háða,
ei tað okkum nerva skal;
løn Guð letur okkum fáa,
leiðir okkum í sín sal.
Biðja vit í Jesu navn,
blítt hann tekur oss í favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin