Borgarknappurin

Orð: Hans R. Berg
Lag: Eg minnist úr gomlum søgum

1. Borgarknappurin stendur
enn sum í Hovgríms tíð,
ódnarbardur hann lítur
á ættir og farið stríð.
Beytasteinarnir standa
inni á Fámjinshól –
fornt er minnið og gamalt
um Hovsbygd og Hovgríms ból.

2. Kambhøttr í Hargafelli
Hovgrími boðar frá:
Bátur av Dímun legði,
so gjølla eg tað sá!
skútan í Vør varð drigin
og róði um Grandan út.
Hovgrímur skundar at Dímun
sær sjálvum og Bresti til sút.

3. Mennast so kappar og falla
enn sum í Hovgríms tíð,
Borgarknappurin stendur
og lítur á skiftandi stríð.
Garpar í Sundhyli svimja,
og aðrir leika um hól,
bogin í ból sær raggar
og lítur mót Fámjinshól.

4. Einaferð skal tó falla
Borgarknappurin við,
so stendur í bókini skrivað,
tá deyðin á fold hevur frið.
Latið steinarnar standa
inni á Fámjinshól,
einastu steinar í Føroyum,
ið minna um høvdingaból.

FavoriteLoadingGoym tekstin