Børn

Orð: Bettina Wegner
Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen
Leysliga týtt úr donskum: Hanus Kamban

1. Hava smáar hendur,
smáar fingrar við.
Ikki mást tú sláa,
fara so úr lið.

2. Hava smáar føtur,
smáar tær hará.
Ikki mást tú traðka,
fáa ei gingið tá.

3. Hava lítil oyru
varug og so neyv.
Ikki mást tú goyggja,
verða av tí deyv.

4. Hava vakrar munnar,
alt út tala teir.
Ikki mást tú læsa,
tala ikki meir.

5. Hava eygu klár, sum
síggja rangt og rætt.
Ikki binda fyri,
villast tá so lætt.

6. Hava smáar sálir,
opin hvør og frí.
Ikki mást tú handska,
spillast lætt av tí.

7. Hava smáar geislar,
eygað illa sær.
Ikki mást tú boyggja,
kunna støkka av.

8. Klárar, rankar verur
bygdu ein fagran heim.
Tey, ið duga at krúpa,
ov nógv er av teim.