Børn

Orð og lag: M.C. Restorff

Standi og eygleiði børn,
ið spæla við bátar á lítlari tjørn.
Tað nervar ongan, at eg eri har,
tey um spælið bert geva sær far.

Táið skýmir, leita tey heim,
viss um, at borðreitt er fyri teim,
útvalt til matna, heitt ella kalt
– tey av góðunum gera sær dælt.

Tilhald, hugna og song
foreldur reiða til gentu og drong,
og árvaknu eygu væl fylgja við,
at ung læra fólkasið.

Fjart vári heimligu strond
menn funnu forðum og bygdu lond,
har lívslag og mentan heilt øðrvísi er,
sum var har ein heilt onnur verð.

Vist eiga tey flestu eitt heim.
Onnur fjónað – hvat nú við teim,
ið leingi leita á kvøldi eitt skjól,
eitt vesaligt náttarból?

Børn ganga og leita har,
sum stórbýarruskið burturstoytt varð.
Kappast við smádýr og javnlíkar her,
áðrenn bitin um svølgrúmið fer.

Øll eiga vist rættin til tað,
sum onnur so sjálvsagt njóta hvønn dag.
Guds kærleiki umfatar eisini tey,
ið sakna heim, umsorg og breyð.

Ja, øll eiga rættin til tað …

FavoriteLoadingGoym tekstin