Bøur er mín heimbygd

Orð: Gutti Petersen
Lag: Uppruni ókendur
Viðmerking: Yrktur á syftunsøku í 1988.

1. Bøur er mín heimbygd,
mítt heim eg havi har,
útsýnið so vakurt, hvar enn tú vendir tær.
Søgnin veit at siga, fyrst Dávur festi búgv,
slekt eftir slekt hevur verið henni trúgv.

2. Á sumri rennur Stóráin úr Botninum so møk,
á vetri dunar Bjarnafossur, tekur ódnartøk,
Laðafossur longur niðri hevur sama lag,
kvøður fyri teimum, ið hvíla undir flag.

3. Fjøllini so stinn standa vakt um hesa bygd.
Hólmarnir á vetri eru hennar’ vernd og trygd,
Bernartindur, Nøvan og Nasin standa har,
líta yvir vágna og bygdina hjá mær.

4. Gleddist eg við alt sum grør í haga og í ong,
í skúla lærdi søguna og syngja heimlandssong.
Spældi frítt um tún og teig, ja, hetta untist mær,
Bøur verður heimbygd mín, so leingi hjartað slær.

FavoriteLoadingGoym tekstin