Brátt lýsir í eystri, nú dimmið er av

Orð: Ulrich Peter Overby
Lag: Chr. J. Rasmussen
Týtt: C. Holm-Isaksen

1. Brátt lýsir í eystri, nú dimmið er av,
upp brøður, til dagsverk og dyst
at verja várt einasta fátæka krav,
tann rætt vit ei enn hava mist.
Tí tungt er sum trælur at tiggja sítt breyð.
Til arbeiðis! Lív ella deyð!

2. Tí oku, sum okkum á herðar varð lagt,
vit knógvaðu undir av neyð.
Men eru vit fjøldin, so veri tað sagt:
vit krevja várt dagliga breyð!
Vit sameintir ganga í lyst og í neyð
til arbeiðis! Lív ella deyð!

3. Á grúgvu er útkalt; várt fátæka skúr
av gráti og klandri er fult,
várar ítróttir stongdar sum fuglur í búr,
várt navn er í vanvirði dult.
Oss leivist bert hatrið, hin eldglóðin reyð.
Til arbeiðis! Lív ella deyð!

4. Tann sveitti, sum rennur av strevi og stríð,
væl nørir um ríkmannabjølg,
og prestarnir lýsa tí komandi tíð
til heljar, til devil og dólg.
Teir køva tó ikki tað rópið, sum beyð:
Til arbeiðis! Lív ella deyð!

5. Í stríðnum, sum nú dunar víða um lond,
so mangur var boygdur í knæ,
tí fylkist og takið hvør annan í hond
í trúgv til tann komandi dag!
Vit tjald okkum reisa til verju í neyð.
Til arbeiðis! Lív ella deyð!