Brátt náttin hin langa er liðin

Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 22. juni 2007.

Brátt náttin hin langa er liðin,
úr eystri skjótt sólin er stigin,
tí eru ei stundir at sova,
men vakna og Harranum lova.

Vit myrkursins verk skulu vraka
og reinlynt í ljósinum vaka.
Tann frelsa – í trúnni vit bera,
nú okkum nógv nærri man vera.

Í herklæði Guds okkum latið,
so ovát og svirr missa sætið,
lat øvund og stríð burtur fara,
øll íklæðist frelsaran kæra.

Lat siðloysi, øvund ei valda,
men høvisk fram leiðina halda.
Um trongdir oss tyngja á vegi,
skjótt lýsa tó skal fyri degi.

Hjálp, Harri, nú dagarnir líða,
til tú manst úr dýrdini stíga
í trúnni og treysti at mennast,
so tú tá við okkum kanst kennast.

FavoriteLoadingGoym tekstin