Brátt teir ævigu tindar í havsbrúnni síggjast

Jógvan við Keldu
Orð: Árni Jacobsen
Lag: Jógvan við Keldu

1. Brátt teir ævigu tindar í havsbrúnni síggjast,
tá veit eg, at nú líður væl,
til heyggjarnar ljósu mítt eyga skal sjá
í landi, har øll eru sæl.

2. Brátt teir ævigu heyggjar mót luftini daga,
tá fer tað at verða so skjótt,
at bylgjurnar tagna, og logn legst á sjógv,
og lotið skal vera mær søtt.

3. Brátt í silvitni havið skal speglast so fagurt,
og strondin, hon verður so nær.
Í havnina stillu eg stevna skal inn
– mítt lítla og viknandi far.

4. Tá í havnina stillu mítt far inn er komið,
og eg eri komin í land,
tað kennast skal gott hava fast undir fót
og stíga á glitrandi sand.

5. Tó størst fer at verða av tí, sum eg skoði,
og tí, sum eg veikt havi trúð:
Á strondini fremstur mín Frelsari er,
mær vísir mítt æviga búð.