Breið verndarveingir tínar

Orð: Lina Sandell
Lag: Svenskt fólkalag
Týtt úr svenskum: Victor Danielsen

1. Breið verndarveingir tínar, á Jesus, yvir meg,
og lat meg hjá tær hvíla, í øllum skoða teg,
ver tú mítt alt í øllum, mín vísdómur, mítt ráð,
lat meg hvønn dag á foldum, av náði liva fá.

2. Lat onga synd mær valda, varðveit meg, tær til prís,
gev mær eitt halgað sinni, títt bílæt í mær vís,
lat hvørja stund meg sanna, hjá tær er lívd og læ,
á morgni, degi, kvøldi, unn mær at kenna tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin