Brekkulegu sangurin

Orð: Agnar Jensen
Lag: “Aux Champs Elyssees”

Tíðin til tað komin er,
at hvør ein skóti klárt nú gerð
og finnur fram sítt tjald og aðra leguútgerð,
pakkar ryggsekk, so avstað
til leguna í góðum lag,
tí nógv er at uppliva hvønn tann einasta dag.

Á Brekkulegu,
á Brekkulegu.
Her er skóta vinarlag,
virksemi av øllum slag,
tí miðpunktið í summar tað er Brekkulegan

Legan stendur tjald um tjald,
vinarlag og samanhald,
tað sleppur tú at royna her á Brekkulegu.
Vinir ymsa staðni frá,
nógv góð minnir aftaná,
tað fært tú, um tú kemur við á Brekkulegu.

Tíðin rennur her við ferð,
virkin hvør ein skóti er,
og áðrenn tú tað varnast, móti endanum ber.
Halda vinarbond av stál
eftir síðsta legubál,
tá sigast kann, at Brekkulegan náddi sítt mál.

FavoriteLoadingGoym tekstin