Brennandi sólskin

Orð: Heri Nolsøe
Lag: Karl Martin Samuelsen

Brennandi sólskin allan dag,
sita í bønum murra eitt lag,
firvaldar kátir flúgva avstað.

Trívast vit væl á grønu ong,
tíðin kennist ikki long,
syngja øll aftur nýggjan song.

Njóta lívið og heitan vind,
eyguni ferðast um fjallatind,
goyma vit altíð hesa mynd.

Sóljurnar pynta hvørja veit,
vit eru vorðin reyð og heit,
sólarljósið í holdið beit.

Nutu vit henda bjarta dag,
leingjast ímorgin til hetta stað,
at sita í grønum grasið glað.

Njóta lívið og heitan vind,
eyguni ferðast um fjallatind,
goyma vit altíð hesa mynd.

FavoriteLoadingGoym tekstin