Brestiskvæði

1. Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav,
Beinir gekk í skálan inn,
sum Brestir sterki svav.
Treðum lættliga dansin!
Dagurin skín so fagurliga,
komið er hægst á summarið.

2. “Statt upp Brestir, bróðir mín!
sól í skorar gyllir,
eingin blæsur vindur á vág,
og sjógvurin er stillur.

3. Lít tær út á Lítlu Dímun,
har hvítir ei við tanga,
aldri fæst ein betri dagur
bjargaseyð at fanga.”

4. Tóku bond og bjargalínur,
gyrdu svørð við belti,
gingu so til strandar oman,
dreingir tveir teir eltu.

5. Mælti tað Sigmundur Brestisson,
vetrar var hann níggju:
“Eg skal út á Lítlu Dímun
hin villa veðr at síggja.”

6. Svaraði Tórir Beinisson,
á tólvta ári var:
“Faðir, fert tú á Dímun út,
lat meg fylgja tær!”

7. “Hvat skulu tit á Dímun gera,
har eru stíggir trongir,
langir eru teir loftskútar,
og lágir eru tit dreingir.”

8. Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
“Hann, ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!”

9. “Satt hann sigur, sonur mín,”
Brestir tók til orða,
“eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða.”

10. Tóku bát úr tøttum neysti,
rangt var teimum sjógvað,
dreingir settust á rengur niður
og høvdingar at rógva.

11. Løgdu teir at oynni inn,
bátin upp teir drógu,
gingu so í bergið fram,
sum brattar rásir lógu.

12. Fótafimir og klófastir,
óttaðust ei nakað,
lupu lætt um leysar upsir
styggan seyð at taka.

13. Fimm hundrað av áseyði
Lítla Dímun bar,
svart var alt sum kolamógvur,
eyðkent slag tað var.

14. Stygt og kvikt sum villur fuglur,
vártreyst út av lagi.
So er sagt, at Hvalbingar,
teir tóku av alt slagið.

15. Tykir mær tað harmiligt
at fara so um fæ;
fyrnsta seyð, í Føroyum var,
meg lysti enn at sæð.

16. Fullvæl dugdu høvdingarnir
vargaseyð at veiða,
gingu so at báti oman,
fongin við sær leiða.

17. Hildu fram at Stóru Dímun,
vildu vinna heim,
síggja trinnar miklar skútur
sigla móti teim.

18. Albrynjaðar tríggjar tylvtir
taldu teir á førum;
glitra spjót og gyltir hjálmar,
sólin skein á svørðum.

19. Brestir mælir orðum hátt,
gott var í honum evni:
“Fullvæl kenni eg seglini
og gylta drekastevnið.

20. Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
hvat ráð skulu vit taka?
Hasir eru garpar teir,
ið okkum ætla at saka,

21. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðan Gøtutróndur;
áðrenn økt at enda er,
elvist leikur óndur.

22. Fyrstur siglir Havgrímur,
og síðstur siglir Bjarni;
áðrenn sól í havið setir,
blóðgast okkurt jarnið.

23. Skjótt so ber teir sjóvarfallið,
lagnan gerst so skeiv,
náddu vit at Rakhellu
og komu upp í Kleiv,

24. Komu vit í stíggin upp,
vit kundu hann væl verja,
høgdu niður hetjur tær,
ið tordu á at herja.”

25. Svaraði hartil Beinir sterki,
í royndum var hann góður:
“Vit skulu halda at oynni inn,
og taka ein harðan róður.

26. Haldum fram mót næsta nesi!
Kunnu vit landi ná,
ikki skulu teir rósa av,
teir lættan sigur fá!”

27. Hildu teir mót oynni inn,
herskip aftaná;
sóust rógva kappar tveir,
so hvíta mjøll dreiv frá.

28. Armar orna, andlit rodna,
spennast sterkar spengur;
árar bogna, homlur togna,
skúmið dreiv um rengur.

29. Rokið stóð um æsing inn
sum vestanveður hvast,
rendu so at fjørusteini,
at barkabandið brast.

30. Sigmundur og Tórir ungi
vóru ikki seinir,
lupu teir á landið upp,
Brestir og so Beinir.

31. Hildu teir at hellu fram,
sum hamarsklettur var,
lyftu upp so dreingirnar
og settu niður har.

32. “Hoyr tú Beinir, bróðir mín!
her skal stríðið standa,
onkur skal til heljar fara,
áðrenn vit hava andað!

33. Tú skalt taka suðursíðu,
høgt er har at herja;
eg skal standa norðanvið,
har verri er at verja.”

34. Havgrímur og Bjarni bóndi
fram mót hamri fara,
Tróndur við sínum fylgisveinum
reikar runt í tara.

35. Roynast vildu reystir dreingir,
skjótt teir atsókn veita,
brøður høgga fast og hvast,
teir renna flógvan sveita.

36. Brøður kundu brandar beita,
kendu væl til leikir;
reyðir gjørdust brynjuringar,
kjálkar gjørdust bleikir.

37. Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur.

38. Beinir tveir til heljar hjó,
og tríggjar Brestir sterki;
ota undan allir aðrir,
gleðast ei við verkið.

39. Reiður var tá Havgrímur,
hann sær mót Tróndi vendir:
“Hví manst tú sum fjøruseyður
reika runt um strendur!

40. Til tess gav eg tær ognir mínar,
tú skuldi í víggið ganga;
hví letur tú og alt títt lið
svørð í slíðrum hanga?”

41. Vitugur var Gøtutróndur,
ikki treyt honum svar:
“Mikið vilt tú manntal hava
til skotbjálva hjá tær.

42. Kappa manst tú kalla teg,
dólgur ert tú av sonnum,
kanst tú ikki við tógva tylvtum
vinna á tveimum monnum!

43. Heysta manst tú harm og háð,
tað spyrst um leið so langa,
liðið leyp á tógva menn
og mátti aftur ganga.

44. Vilt tú millum manna metast,
og bilar tær ei hugur,
fyrstur gakk á klettin upp,
og vís so, hvat tú dugir!”

45. Argur gjørdist Havgrímur,
ilskan vaks um mótið,
rendi hann mót Bresti upp
og legði til við spjóti.

46. Spjótið gleið í miðju inn,
stál í indrum lendi;
Brestir gjørdi eitt avreksbragd,
hann banasár sær kendi.

47. Trýsti hann seg á stungu fram,
blóð úr beni oysti,
høgdi so til Havgrím sterka,
øksl og arm hann loysti.

48. Deyður dettir Havgrímur
og Brestir omaná.
Beinir berjist menniliga,
tó hann falla má.

49. Tóri runnu tár á kinn,
harðnar Sigmunds sinni:
“Grátum ikki frændi mín,
vær goymum væl í minni!”

50. Tróndur trínur á válin fram,
væl kundi hann orðum greiða:
“Ikki vinnst á hvørjum vetri
í Valhøll betri veiða.

51. Hoyrast mugu hetjur hesar
hart um Bifrøst fara; –
doyggja má hvør menskur maður,
tó ein mannsins æra.

52. Ei man vera hildarleikur
lokin enn at enda,
taka skulum vær dreingirnar
og sama veg teir senda!”

53. Sveinur svørð úr slíðrum dregur;
Bjarni fram sær skundar:
“Tykir mær so vont eitt verk
at drepa børn sum hundar.

54. Njóta skulu dreingirnir
grið ímillum manna.”
Mongum líkar bjarna orð,
men Tróndur mælir annað.

55. “Vísur maður er fyrivarin; –
høggið tit dreingirnar niður!
Vaksa teir upp til valamenn,
so býðst okkum eingin friður.”

56. Ilskur gjørdist Bjarni tá:
“Verði tú vargur í ve!
Ikki skulu tit dreingirnar drepa
heldur enn sjálvan meg!”

57. “Ikki var hatta vilji mín,”
Tróndur orðum vendir,
“bara vildi eg royndir freista,
hvørt tykkara hugur stendur.

58. Bjóða skal eg teim kostir teir,
ið væl mugu eitast góðir,
sjálvur vil eg teir fostra upp
og læra teir sið og lógir.

59. Kenna teim ítrótt og vápnaleikir,
skaldamál og søgu.”
Øllum teim á válinum stóðu
líktu nú Tróndar røðu.

60. Heiðurliga teir høvdingarnar
jarða undir fløtu.
Tróndur tók so dreingirnar
og førdi norð í Gøtu.

FavoriteLoadingGoym tekstin