Brillantinutátturin

Lag: Ljós yvir landið.

Brennivín sjáldsamt nú eins og ull er,
so um eitt kvøldið tú vilt vera fullur,
far í eitt skot tú tær við einum vini,
drekk brillantinu.

Vitjar til Føroya onkur turistur,
nyttar tað lítið, um enn hann er tystur,
tí hann má noyðast eins og øll hini
– við brillantinu.

Ja, á Føroyalandi er nú illa vorðið,
tí tað kann henda sjálvt við brúdleypsborðið,
tey sita og drekka við súrari »minu«
– grøna brillantinu.

Um tú nú hoyrir til ímillum teirra
ólukkumenn, sum gentan hevur narrað,
hvat er tað tá, sum sorgina kann lina?
– jú brillantina.

Um nú brillantina verður rationerað,
líka so fullir teir tó kunnu vera,
tí tá fara allir, sonur eins og pápi,
– at eta sápu.

FavoriteLoadingGoym tekstin