Brimbardu klettar

Orð: Jákup Marnar Anthoniussen
Lag: Ken Hensley

Hesir brimbardu klettar, í Atlantshavi liggja
veitst tú, hvat hetta merkir, og hvat hetta inniber
eitt samfelag við megi, og lívsterkari gleði
høgt tú tað metir og sjálvan lágt setir.

Hvør fjøra, hvør alda, hvørt berg og hvørt fjallið
ja, lítið skuldi til at frøa hesar óvitar
teir leiktu úti í bønum, uttan longsul, uttan tankar
eitt dreingjahjarta slær, tú teirra faðir var.

Aaaaaaaaa, aaaaaaaaa.

Nú tutlar áin mikla, spreiðir út sínar tónar
um fullskýmd tún vit leiddust, okkar fyrsta loyndarfund.
Gjøgnum vínreyðar varrar og blánandi eygu
føldi eg tann hita, ei í orðum greiðast kann.

Aaaaaaaaa, aaaaaaaaa.

Nú rísir sólin í eystri, ein nýggjur dagur føðist
hvør mannasál, hvør unglingi, oman fjøru skundar sær
ja nú skal føðin vinnast, so møðin ikki linnast,
ja soleiðis er lívið her í Atlantshavinum.

Aaaaaaaaa, aaaaaaaaa.

FavoriteLoadingGoym tekstin