Brita á brekku

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl

1. Brita á Brekku
við hvítari smekku
vatnar eina geraniu.
Burtur seg gloymir,
stendur og droymir
um skiparan á Stefaniu.

2. Sól sær hon skyggja –
tey skuldu byggja
hús síni niðri á Mølini.
Hann skuldi stýra
og hon baldýra
á klút abc-ið og tølini.

3. Men tungt er at bera
tað, hann kundi gera.
Nú situr hann fastur í Spaniu.
Hann oyddi ov mikið,
og so hava teir tikið
bæði hann og ta vøkru Stefaniu.

4. Brita á Brekku
við hvítari smekku
grætur niður yvir geraniu.
Blátt fyri uttan,
skolan og spruttan,
alt minnir so sárt um Stefaniu.

5. Sól sær hon skyggja,
tonglarnir liggja
og sleingjast har niðri í brotinum.
Veltan er saksað
gardinurnar flagsa,
vendast og snarast í lotinum.

FavoriteLoadingGoym tekstin