Brøður og systrar, vit skiljast nú her

Orð: Peter Sørensen (v. 1-2) og F. Boye (v. 3-4)
Týtt: Salomon J. Joensen og Jóhs. Andr. Næs.

1. Brøður og systrar, vit skiljast nú her,
fegin við Jesusi hvør sína ferð
gangi á lógligum gøtum.

2. Guðs orð nú goymi í hjarta og sinn,
slepp ikki Sátan í sinni títt inn.
Jesus lat hjørtuni eiga!

3. Amen, ja, amen so syngja vit her,
Harranum lovi í orði og gerð,
Guðs børn øll syngi við gleði!

4. Lambið, Guðs lambið, sum veitti oss náð,
heiður og æru um ævir skal fá!
Amen, halleluja, amen!

FavoriteLoadingGoym tekstin