Brot og vandasker

Orð og lag: Eyðun Nolsøe

Í luftini kenst kuldarák
og dagar styttast her
summarið er farið nú
og fuglur flogin er
eftir standa húsini
og stara tóm á rað
teir gomlu undir neystinum
tyggja sína skrá

Práta men skilja ei tað
at vit reka so miðleys her
millum brot og vandasker

Fiskur svam á grunninum
og fullan førning bar
fuglurin í bjørgunum
í túsundtali var
men vælferð okkar loyvdi
eitt oyðirák framat
av kraddarlyndi tjóðin skjótt
skuldarbundin sat

Hvør hevði ætlað tað
at vit reka so miðleys her
millum brot og vandasker

Harra formaður eg skilji ei
hvussu tað ber til
at tey lótu okkar ríkidømi
søpla uttan skil
at tit trúðu spekulantum
og prísa teimum enn
og vænta at vit gjalda fyri
slíkar haldilsmenn

Sum práta og skilja í dag
at vit reka so miðleys her
millum brot og vandasker

FavoriteLoadingGoym tekstin