Brót tú hitt lívsins breyð, áh, Harri, her

Orð: Mary A. Lathbury
Lag: William F. Sherwin, George Allan
Týtt: Victor Danielsen

1. Brót tú hitt lívsins breyð, áh, Harri, her,
sum tú við vatnið gjørdi hina ferð!
Orð eru tóm, ert tú ei sjálvur nær,
áh, lívsins orð, vit tráa eftir tær!

2. Brót tú hitt lívsins breyð, áh, Gud, til mín,
at djúpt í mær má ljóða tala tín,
tak hvørja hugsan, reinsa burt alt mítt,
at alt í mær má søkja teg og títt!

3. Lat sannleiksorð títt upp, at eg kann sjá
tín boðskap greiðari, enn fyrr eg sá!
Í søtum felagsskapi, Gud, við tær
títt bílæt síggjast lat meir klárt í mær!

4. Vælsigna sannleik tín so fyri mær,
sum breyðið forðum signað varð av tær,
lat svinna burt tað, sum er einki vert,
til alt í øllum tú mær, Harri, ert!

FavoriteLoadingGoym tekstin