Brotið bil

Orð og lag: Martin Joensen

norðlýsið á kvirrum hválvi
treður gandadans í kvøld
mitt í túsund millióna stjørnufjøld

Sást tú stjørnuskotið loga
oman fyri Lítlagil
eins og ein heppin glæma eitt brotið bil

spyr meg hvat eg ynski meira
tú, eg havi einki svar
eg vil bara vera saman her í rúmdini við tær

var tað tú ið valdi vegin
ella hann ið valdi teg
treiskir tankar millum gilja tøla meg

hoyrdi eg teg missa mælið
tó tað var bert eitt sekund
sást tú at vit bæði hava ongan skund

FavoriteLoadingGoym tekstin