Brotin

Orð: Heine Lützen
Lag: Jón Svein Heinesen

Brotin, særdur,
gekk eg her sum eitt spott,
syndin bindur,
finst tað vegur út.

Brotin, særdur,
hongur har sum eitt spott,
sligin bardur,
tekur mína synd.

Men tú tókst dómin upp á teg,
til at fría meg frá míni skuld,
har hekk tú í mítt rúm og stað,
á krossinum hin dag, og loysti meg.

Gevur, letur,
blóðið hitt æviga,
tað er prógvið,
at tú elskar meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin