Brotnir dreymar

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Her í lívsins dreymaskugga tú eygleiðir títt far
sum í tungum brotasjógvi søkir havn
tó at tett er fyri leka so tú ikki søkka skal
henda loysnin er ei varandi hjá tær

Men á myrkum kvøldartíma
brotnu dreymar koma framm’
um tað tíðarleysa bilið
Ið rann avstað

Renna døpru tokutankar vilja tyna nakið hold
støðga neyvan áðrenn likam er í mold
men hvar eru nú teir dreymar í fyrr mjúkir kíndu tær
rymdir út í myrkri burtur er eitt svar

Men á myrkum kvøldartíma
brotnu dreymar koma framm
um tað tíðarleysa bilið
Ið rann avstað

Er nú grunnvøllur tín veikur og tú lítir inn í teg
hvat tú finnur man tær neyvan geva svar

Men á køldum royndartíma
myrkri sveipast runt um teg
degningsælið kanska av
hesa ferð

FavoriteLoadingGoym tekstin