Brúðarinnar bíðan skjótt er av

Orð og lag: Folke Nilsson
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Brúðarinnar bíðan skjótt er av,
arbeiðsdagurin, Guð henni gav;
Yvireingils rødd,
Guðsbasúnin hvøll
ljóða skal og Jesus sæst í ský!

Niðurlag: Á, hvør undurfull ein løta dýr,
heimsins neyð og møði enda fær;
brúðarklæði skær
Jesus rættir mær,
gleðin streymar til mín sæl og dýr.
Allur einglaskarin syngur sælt:
Æran, lovið, prísið, valdið, frelsan, styrkin, -alt
hoyrir ævinliga Guði til.

2. Vónar tú á Harrans stóra dag,
livir tú, sum um Hann kom í dag?
Ert tú ein av teim,
Jesus heintar heim,
sum er reinsað í Hans dýra blóð’?

3. Óumvend til dómin verðin fer,
Dagur Vreiðunnar skjótt komin er!
Skunda tær, vend um,
trúgv á Jesus, sum
reinsar teg frá synd í blóðinum.

4. Bíðandi nú Jesus væntar teg,
Hann títt hjarta kennir og kann teg
frelsa fult og vist,
bróta Satans list,
gevur tær tann frið, tú hevur mist.

FavoriteLoadingGoym tekstin