Brúðarnáttin

Lag: Jim og jeg var venner.

Góðu menn, nú skal eg tykkum siga,
hvussu brúðarnáttin roynist mær;
nýgiftur eg var – hon æt Maria –
vøkur sum ein filmstjørna hon var.

Eydnuríki eg,
at á dyr eg slapp:
Skúmgummi var hold,
og heilin var av papp!

Eg hitti hana fyrstu ferð í dansi,
sum Anita Ekberg barm hon bar, sum Suffía Lorén hon hevði mjad
nar,
sum á Birgittu síða hárið var.

Eg fall – og fallið mítt var av teim
tóru
hon gjørdist góð við meg, sum tíðin leið!
Tó um vit ofta eina saman vóru,
til »hitt« hon segði altíð kortanei!

Hon segði: »Góði Per, vit mugu giftast
fyrst, tí annars dríva vit jú hor!«
Tá eitt ár gingið var, oss prestur vígdi,
til stól og skáp, komfýr og song og borð.

So kemur brúðarnáttin – uppreidd song er
brúðarnáttin, sum øll droyma um:
Dreymurin hin nakni út brátt gongur,
brúðurin hon fer úr klæðunum.

Suffía, Anita og Birgitta
farið væl nú fyri síðstu ferð,
brátt Maria, barmfagra og fitta
nakin, tit, í mínum ørmum er.

Eg var eitt sindur sjei – men hon var ikki!
– Prestur hevði givið loyvi sítt! –
Blusa, skjúrt og undirklokka, serkur,
flaksaðu um spenta likam mítt.

Hon segði: »Per, kom hjálp mær við at loysa
svarta bringuhaldaran hjá mær.«
Hon tók barmin av eg stóð sum Kánus!
sum handabakið sløtt hon framman var.

Eg uggaði meg kortini, enn vón var,
í neðra var enn frúan lendastór.
Men eisini í neðra svikin sjón var,
tá »skúmgummi roll-offið« niður fór.

Fiskabollabróst og dreingjamjadnar
dreymur mín fór líðandi í knas
knæskeljar sum lok, svamp millum tærnar!
Tennirnar hon koyrdi í eitt glas!

Og eygnahvarmarnar, teir svørtu, síðu,
sum ofta høvdu rúnarbundið meg,
teir tók hon av og stakk í eina skuffu
parúkkurin hann fór brátt sama veg.

Har stóð hon: Skallut, tannleys, sløtt sum fjølin
og lespaði: »Kom, elska meg nú Per!«
Eg sprakk á dyr í berum undirbuksum
og ræðist kvinnur síðan hesaferð!

Eydnuríki eg,
at á dyr eg slapp:
Skúmgummi var hold,
og heilin var av papp!

FavoriteLoadingGoym tekstin