Brúðarsál, hoyr, tú, sum spyrjandi stóð

Orð og lag: Kajfinn Hammer

1. Brúðarsál, hoyr, tú, sum spyrjandi stóð,
misti tað besta, tú átti:
Jarða tað við Kirjat-Arba í frið,
frammanvert hómast ein glotti!
Miss ikki mótið, mót stjørnunum lít,
lyftini kunnu ei svíkja,
aldri teg svíkur hin livandi Guð,
um so enn fjøllini víkja!

Niðurlag: Hevja mót fjøllunum eyguni upp,
hvaðan skal hjálp tín væl koma?
Hjálp tín frá Harranum kemur so víst,
haðani víst hon man koma!

2. Og tá ið avgrundarherur teg nær
fyltur av Anda tú tali:
Steðga í Gibeon, hoyrir tú, sól
og máni í Ajjalóns dali!
Sterkur í trúnni tú herjar í stríð,
Satan ei mót tær seg stendur,
grivin, uppreistur við Kristus tú ert,
lyftur upp heilagar hendur!

3. Gosen, Meriba og Massa er gloymt,
útlagnartíðin er farin;
fráfalsins kálkaðu gravir tó enn
freista teg víst, ver tí varin!
Set teg ei aftur við villunnar bál,
ikki við trætunnar altar;
halt teg frá honum, sum sjálvráðin her
við Orðinum skaltar og valtar!

4. Hátíðir tykkara býður Mær mót,
øvugt í oyrum Mær ljóða!
Ikki so mikið sum tráð ella tvong
av tí, sum verðin man bjóða,
skalt tú á ferðini taka við tær,
gloym tað og lat tað bert liggja.
Føgur sum Tirsa, ein kelda tú gerst,
um tú á Orðið vilt byggja.

FavoriteLoadingGoym tekstin