Brúsi

Orð og lag: Steintór Rasmussen

Eg eiti Brúsi
Eg búgvi í einum húsi
úti í Svíni
hjá mammu míni.

Ja, hann eitur Brúsi.
Hann býr í einum húsi
úti í Svíni
hjá mammu síni.

Beiggi mín Ivar
ger pípur og knívar,
snapsagløs úr horni.
Hann arbeiðir frá morgni.

Systir mín Asta
ger nýrasneis úr pasta,
fiskadjús og knettir
og livrakotelettir.

Mamma mín Linda
er ófør at binda.
Hon framleiðir íðin
vørur til býin.

Pápi mín Jørundur
hann ger ofta ørindur
til Klaksvíkar við víni,
heimabrygg úr Svíni.

Abbi mín Anskar,
hann skrivar og granskar.
Frá tara í dósum
til hvannsmakk í sósum.

Genta mín Tóta
sýnir nýggjan móta.
Hálvhosur til knæið
og haruundirklæði.

FavoriteLoadingGoym tekstin