Bubu jól

Orð og lag: Eyðbjørn Jacobsen

Kalt er úti og fjallið hvítt,
í gluggum ljósini bleiktra frítt,
mammur stáka og hugna um,
í fjálgum stovum børn sita um træið runt.

Jól, jól, Bubu jól,
eg gleði meg til pakkarnar.
Eg veit, Bubu veit,
at størsta gávan ei undir trænum lá –
men er givin okkum omanífrá.

Pakkar stórir, pakkar langir,
í handlum standa kassar svangir.
Alt er res og alt er stríð,
vit hava nærum gloymt hví vit halda jól.

Undir fjósaloftið millum krýatúr
liggur gávan stóra,
fær sær ein lúr.

FavoriteLoadingGoym tekstin