Burt, verðin, mær av sál og sinni

Orð: Johann A. Scheffler
Lag: Georg Neumark
Týtt: Victor Danielsen

1. Burt, verðin, mær av sál og sinni,
hav sjálv tín lyst, hav sjálv tín leik!
Eg altíð hava má í minni:
Tú skjótt skalt fara upp í royk.
Hvør elski, hvat hans lyst er til!
Eg eina Jesus elska vil.

2. Hann er mín ríkdómur og heiður,
mín vísdómur, mín hjartatroyst,
hin størsta gleði, sál mín eigur,
hann hevur meg úr deyða loyst.
Hvør elski, hvat hans lyst er til!
Eg eina Jesus elska vil.

3. Í sorgum verður hann mín gleði,
so ei meg kúgar trongd og neyð,
eitt ljós á hvørjum dimmum degi,
hann svíkur ei í lív og deyð.
Hvør elski, hvat hans lyst er til!
Eg eina Jesus elska vil.

4. Í veldi eingin er hans líki,
tó verðin ei hann kenna vil;
hans ríkdómur, hans ljósa ríki
og øll hans ogn mær hoyrir til.
Hvør elski, hvat hans lyst er til!
Eg eina Jesus elska vil.

FavoriteLoadingGoym tekstin