Burtur mín syndaskuld er

Orð og lag: John Willard Peterson
Týtt: Meta av Fløtum
Upprunaheiti: New life

1. Burtur mín syndaskuld er,
Kristus av øllum nú ber;
eg leit á hann,
náði tá fann,
glaða tað sál mína ger.

Niðurlag: Nýtt lív eg fekk!
Tað Kristus mær gav!
Hvør gáva stór,
mín synd burt fór,
er søkt í djúpasta hav!
Hitt gamla hann vil
nú ei minnast til,
alt ljóst nú er,
hann av øllum ber,
tí nýtt lív eg í honum fekk!

2. Bjartari ferðin nú er,
vandar tó hótta meg her;
gullgøtum á
hann eg skal sjá,
tá her er endað mín ferð.

3. Kom, tú ið syndtyngdur er,
Kristus teg frían tá ger;
frelsa hann kann,
trúgv tí á hann,
aldri hann frá tær tá fer.

FavoriteLoadingGoym tekstin