Burtur tín sorgleysi dagur nú svann

Orð: Símun Absalonsen
Lag: M.C. Restorff

1. Burtur tín sorgleysi dagur nú svann,
kvøldið við niðu á ljósinum vann.
Trygg barnalundin, í hesi stund
stevna man á dreymafund.

2. Brosið títt blíða tær fylgdi í dag.
Kátur var leikur – tín tíð stóð í stað.
Horvin nú látur, eitt álvarsbrá
leikandi enninum á.

3. Ókend er tín framtíð,
tó blundar tú trygt.
Lýsir so frítt sakloysi blítt,
nú náttin sveipar um teg.

4. Breið tína verju, alvaldandi Gud,
ævigan frið her lat falla í lut.
Ei lagnan ráði og tilvild tá,
men bert títt alvísa ráð.

5. Tú, sum ert lívsins upphav,
veit einglanna skjól.
Við hesa lið lýs tú tín frið,
til morgun fevnir teg.

FavoriteLoadingGoym tekstin