Burtvilstur gekk eg í so mong ár

Orð: Thomas O. Chisholm
Lag: George Coles Stebbins
Týtt: Victor Danielsen

1. Burtvilstur gekk eg í so mong ár,
feldi í oyðimørk mangt eitt tár,
hungur meg nívdi og ræðsla svár;
nú skal eg fara heim,
leitandi aftur, har leiðin lá,
vónandi Faðirs míns hús at ná,
glaður við tænara pláss at fá –
nú skal eg fara heim.

Niðurlag: Aftur til Faðir og heim,
aftur til Faðir og heim,
nú skal eg fara heim,
aftur til Faðir og heim.

2. Hví skal eg vónleysur doyggja her,
her eingin vinarhond hjálp mær ber,
tá ið í yvirflóð breyð har er!
Nú skal eg fara heim;
beiskt eg nú syrgi mín skeiva veg,
sonarnavn verdur ei eri eg,
vóni tó, Faðir mín fagnar meg –
nú skal eg fara heim.

3. Minnini vitja meg, søt og blíð,
minni um heimið, eg gleddist í!
Minni um vinir í farnu tíð –
nú skal eg fara heim;
onnur, eg veit, vóru vilst av leið,
tey fóru heim, vóru burt koyrd ei;
skal eg tá ivast og drála! Nei,
nú skal eg fara heim.

4. Áh, at eg viltist, tað ger mær ilt!
Heima hvør stund var við gleði fylt;
nú alt mítt góða er burtur spilt,
tó skal eg fara heim;
innast mítt hjarta mær vitni ber:
Gud enn meg elskar, ei illur er;
náttin er køld, ei má drálast her –
nú skal eg fara heim.

FavoriteLoadingGoym tekstin