Býarmynd

Orð og lag: Uni Arge

Mitt í býnum gongur hann hvønn dag
Millum húsini í góðum lag
Um tað regnar ella sólin sær
Allatíðina hann gongur har

Onnur koyra bil og síggja hann
Tey fata ikki, at hann altíð kann
Ganga runt í hesum stóra bý
Tey skilja ikki, at hann hevur tíð

Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál

Hann fer ongantíð avstað við skund
So hann gongur neyvan nógv á fund
Eingin veit við vissu hvør hann er
Ella hvat hann her í býnum ger

Men tað frættist, at hann er stórt skald
Hann á orðum og á tankum hevur vald
Kanska skapar hann á gøtuni hvønn dag
Meðan tú í bili skundar tær avstað

Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál

Kanska skrivar hann um teg og meg
Kanska skrivar hann um sjálvan seg
Kanska undrast hann, at tú og eg
Aldrin síggjast meira á alfarveg

Kanska revsar hann ta stóru verð
Hann kundi verið tann sum munin ger
Og hvat um eftirtíðin minnist bara hann
Tí hann sannleikan og lívið fann

Hann er ein víðagitin býarmynd
Og altíð siga tey, at tað er synd
At hann her gongur sum ein glatað sál
Men hann gongur til hann kemur á mál
Ja, hann hugsar til hann kemur á mál

FavoriteLoadingGoym tekstin