Byggir ikki Harrin húsið

Orð: Petur William Háberg
Lag: Øssur Berghamar

Byggir ikki Harrin húsið,
virkast ei í Harrans frykt
hvussu væl so enn er smíðað,
er tó alt til einkis bygt.

Varðar ikki Harrin staðin,
sum á fjalli reistur er,
vakja vaktarmenn til einkis,
staðurin til grundar fer.

Lítið batar egna megi,
drúgva dagsins sleip og
slit. Trúgv og treyst á Gud er leiðin,
Harrans frykt hitt sanna vit.

Tað, ei vanst í egna strevi,
Harrin vini sínum gav
mangan, tá á hvíldarlegu
trygt í trúgv hann lá og svav.

Bygg tí, Harri, hetta húsið,
verj tú henda veika
flokk, yvir okkum skrivað standi:
“Náði mín hon er tær nokk!”.

FavoriteLoadingGoym tekstin