Byggir tú á tryggar grundir

Orð: A.L.
Lag: Andreas Peter Berggren
Týtt úr norskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Bygger du på sandheds klippe

1. Byggir tú á tryggar grundir,
fast á klettin Jesus Krist?
Aldri skalt tú ganga undir,
henda grund skal halda vist;
har teg rakar einki ilt,
húsið stendur fast og stilt,
um so hav og vatnsflóð brúsar,
um so villur stormur súsar.

2. So kanst tú tá glaður vera,
henda grundin stendur væl,
men tað verk, ið tú manst gera,
roynt og kannað verða skal;
hvat tú byggir, væl síggj til,
at tað eldin tola vil!
Burt við tí, sum ei kann bera
hitan, ið skal royndin vera!

3. Royn at fáa tey, sum standa
á tí svikafullu grund,
til at flýggja burt úr vanda,
meðan enn er náðistund,
áðrenn stormur brestur á,
vatnsflóð teirra hús skal ná,
áðrenn Harrans tíð er endað,
og hann vreiðidóm skal senda!

4. Prísa Gudi tá, sum hevur
upp úr avgrund drigið teg,
stað á klettinum tær gevur,
setti teg á sannleiksveg!
Ansa Harrans boðum nú,
Jesus Kristus minnist tú!
Tú mást honum lýðin vera,
Faðir tínum æru gera.

FavoriteLoadingGoym tekstin