Byrur er, skipið fer

Orð: Carl Borenius
Lag: Finskt fólkalag
Týtt úr svenskum: Símun av Skarði
Viðmerking: Álendskur fólkasangur

1. Byrur er, skipið fer
langt til onnur lond,
og kæra genta sjómansins
hon syrgir eftir á strond.

2. Grát ei, genta góð,
turka burtur tár
og hugsa um meg og ta eydnustund,
sum kemur um eitt ár.

3. Silvur og gull, kistan full,
alt er gáva frá mær,
ja, eg havi silkið og skrúð og skreyt,
og alt samalt gevi eg tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin