Býtti

Orð og lag: Petur Mohr Reinert

Eg vil bara at øll eru glað
Mín besti vinur eigur eitt skrúvublað
Lurtið eftir hvat eg havi sagt
Sjálvt um onkuntíð heldur burdi tagt
Oftani havi eg sagt okkurt býtt
Sum um tað var nakað nýtt

Lívið kann vera eitt langt hornaspark
Vinur mín dugur so væl rokniark
Orð og tankar hjá mær bólta rút
Vinur mín góði hann roknar tað alt út
Lætt er tað ikki tá orð eru makt
Bara eg heldur hevði tagt

Øll tey gomlu
Tey meg dáma
Og børnini
Meg væl skilja
Tá eg sigi okkurt heilt nýtt
Hevur vinur í oyra mær lýtt
Tí at tit øll onki skilja
Er tað so lætt
Alt at dylja

Tá eg við blokkinum
Trúða teg vil
Vinur mín kæri
Hann skrúvar alt til
Tú stendur eftir sum eitt fyl

FavoriteLoadingGoym tekstin