Smuglarin

    Orð og lag: 200

    Eg eri smuglari baby!
    Eg beri bíbliur til Kina,
    Og tað er soleiðis eg brúki mína frítíð.

    200 kilo av smuglara góðsi,
    Tað er trúðar imperialisma baby!

    Smugling er mítt lív,
    Smugling er mítt kall,
    Eg bróti lóginar úti í heimi,
    Átta ferð yvir um markið um dagin,
    Hatta er trúðar imperialisma baby!
    Ìsakaldi smuglari úti í heimi.
    Trúðar imperialisma baby!

    Frítíðar smuglari í kina baby!
    Hatta er trúðar imperialisma baby!

    Mogghøvd

    Orð og lag: 200

    Eg veit um ein mann, sum gongur runt í kjóla
    Skrivar lesara bræv og prædrikar um havið,

    Tí hann er eitt mogghøvd… Mogghøvd!
    Hann er eitt gamalt mogghøvd…

    Martyrurin verur forfylgdur, av trimum óndum rokkarum
    Sum hann meldar hann til politiðið,

    Tí hann er eitt mogghøvd… Mogghøvd!
    Hann er eitt gamalt mogghøvd, sum roynir at verja fyri gomlum sigum,
    Hann fær stuðul frá løgtinginum og landstýrinum.
    Hann hevur nógvar og maktfullar vinir!
    Hann hevur nógvar og maktfullar vinir!

    Mogghøvd… Mogghøvd!
    Hann er eitt gamalt mogghøvd… Mogghøvd!
    Hann er eitt gamalt mogghøvd…

    Talibann

    Orð og lag: 200

    Talebanar í Skopun
    Talebanar í Tórshavn
    í Hvalvík
    í Klaksvík
    í Hoyvík
    og Runavík!

    Talebanar í Vági
    Talebanar í Fuglafirði
    í bygdarráðnum,
    býráðnum,
    løgtinginum
    og landsstýrinum
    í Fólkaflokkinum
    í Sambandsflokkinum
    í Javnaðar-
    og Sjálvstýris-
    og Tjóðveldis-
    og Miðflokkinum!

    Sig ikki nei Kaj

    Orð og lag: 200

    Eg kenni ein so fittan drong
    Hann fór altíð so tíðliga í song

    Í sunnudagsskúlanum fekk nógv mest stjørnur
    Tí hann var naivari enn hini børnini

    Sig ikki nei Kaj – LEO
    Sig ikki nei Kaj

    Hann bleiv ein stórur sambandsmaður
    Gjørdi alt, hann kundi, fyri at trúgva upp á danir
    Sunnudagsskúlakaj, tú ert alt for naivur
    Snýs tær, baby, og lat Lisbeth taka yvir

    Sig ikki nei Kaj – LEO
    Sig ikki nei Kaj

    Hin sambandsflokkurin

    Orð og lag: 200

    Í Føroyum hava vit tveir sambandsflokkar
    Tann eini tað er Sambandsflokkurin
    Í Føroyum hava vit tveir sambandsflokkar
    Hin, tað er Javnaðarflokkurin

    MF 666

    Orð og lag: 200

    Vit hava fingið úrslitið í Havn:
    Fólkaflokkurin 1704 atkvøður
    Sambandsflokkurin 2264
    Javnaðarflokkurin 1996
    Sjálvstýrisflokkurin 432
    Tjóðveldisflokkurin 2664
    Og Miðflokkurin 666

    Eg mundi dottið av mínum stóli, baby
    Og Jenis sá út sum ein helvitis banditt
    Johan í Kollafirði hann segði okkurt kul
    Hetta kann fanin ikki passa, baby

    Seks hundrað og seks og trýss, baby
    Miðflokkurin seks hundrað og seks og trýss
    Seks hundrað og seks og trýss atkvøður baby
    Seks hundrað og seks og trýss

    Hvat kunnu vit so læra av hesi lítlu hending?
    At kanska tingini ikki eru so tilfeldug
    Kanska umboðar Miðflokkurin tað ónda?
    Tað er í hvussu er nakað, sum eg gangi og hugsi um hvønn dag

    Seks hundrað og seks og trýss baby
    Miðflokkurin fekk seks hundrað og seks og trýss
    Seks hundrað og seks og trýss atkvøður baby
    Miðflokkurin seks hundrað og seks og trýss atkvøður

    Fjern den klud

    Orð og lag: 200

    Fjern den forbandede klud
    Ellers går jeg fandeme ud
    Hvis du ikke fjerner den
    Så går jeg fandeme hjem igen

    Fjern den klud
    Fjern den klud
    Fjern den klud

    Fjern den forbandede klud
    Ellers går jeg for helvede ud
    Hvis du ikke fjerner den klud
    Så går jeg fandeme ud

    Fjern den klud
    Fjern den klud
    Fjern den klud

    Frustreraðir Javnaðarmenn

    Orð og lag: 200

    Ja, baby

    Tað var so ræðuliga synd í Javnaðarflokkinum
    Tað var ein oyðimarkargongd, viss tú spyrt meg
    Teir blivu kallaður báði Quislingar og sambandsmenn
    Og tað var ikki ordiliga teirra koppur av te
    Men so fóru teir til at brúka nøkur góð og vælkend triks
    Teir kalla sovorðnar sum okkum fyri nasistar, baby
    Og tað hevur einki at gera við politiks

    Men javnaðarhugsjónin skal verjast
    Hon skal forsvarast fyri ein hvønn prís
    Vit selja okkara reyv til Sambandsflokkin
    Og skriva “C ud i fremtiden” í eina avís
    Og so fóru teir at brúka síni vælkendu triks
    Teir kalla fólk fyri nasistar, baby
    Og tað hevur onki at gera við javnaðarpolitiks

    Tað einasta góða

    Orð og lag: 200

    Tað einasta góða við Miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu
    Tað einasta góða við Miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu
    Tað einasta góða við Miðflokkinum er, at hann ikki er í samgongu

    Mamma

    Orð og lag: 200

    Mamma eg minnist tá eg ætlaði at flyta
    Og eg stóð har í durinum við kufferti og øllum
    So brendi tú í mappuna eftir pengum mamma
    Men eg vildi ikki hava meir av tínum donsku seðlum

    Men tað ringasta var tá tú fórst til Bruxelles at spæla fín
    Í sjampanjurúsi tú uppførdi teg sum eitt svín

    So gekst tú har í ST og minglaði
    Og tú pástóð at eg slett ikki ætlaði at flyta
    Men tað passaði slett ikki tí eg hevði longu pakkað mamma
    Men tú dugdi nøkur triks sum skuldu fáa meg at bakka

    Men tað ringasta var tá tú varst í Bruxelles og gekk skít
    Tá hevði tú ein tendens til at uppføra teg sum ein tík

    Men tað ringasta var tá tú gekst í Bruxelles og spældi fín
    Tá gekst tú runt og uppførdi teg sum eitt svín